Næsti dystur
Víkingur - B68
Quick Poll
Einki hugrák er tøkt
Kjak
B68 -AB a Svangaskarid
14-05-2010 - 00.06
ULrhUHzBTGHiAmM
04-05-2010 - 11.08
WvpXlyxUwFQJYTUeuB
04-05-2010 - 09.36
Víkingur - B68
25. juni 2010
Nú má tað verða. Ja her hendur ikki nógv á síðuni. Eru vit givin ella hvat. Vit hava einki stig vunnið á útivøllið í ár. Er tíðin ikki komin til, at vinna okkara fyrstu stig og so áðrenn summarstegðin. Komið so for f..... B68 fjepparar og spælarar. ì morgin vísa vit kulør bæði uttanfyri og inni á vøllinum. Kom so B68.
Viðmerkingar:
25-06-2010 00.36: Ó'Malley
Ja nú mugu vit vakna og ikki trúgva, at alt kemur av sær sjálvum. Trúgvi uppá tað í Gøtu. Koyr á B68.

25-06-2010 01.10: Ó'Malley
Eg taki stóra b68 flaggið við. Tak onkur trummur við. Komið og standið saman og vísi, at vit standa saman um liðið. Saman standa vit sterk.

25-06-2010 01.23: Ó'Malley
B68 er okkara. Lat okkum so f....... vísa Okkara venjara og spælarum, at vit standa saman um teir.
Bill var ársins venjari í fjørð. Tí hann dugir, at fáa maksimalt út av spælarunum. Trúgv uppá tað aftur.. Men tað vendir eisini við okkara hjálp :-)

25-06-2010 10.59: J
Vónandi koma nógv Toftafólk, men vit skullu hevna ósigurin sum vit fingu á Toftum seinast, um tað so verur við einum krykkuliði sum nú er.

25-06-2010 11.17: ONKUR
Super at lív eru komi aftur í hesa heimasíðuna, havi hugt javnan inn, men ikki hent tað stóra.

Lat okkum møta fjøllment til dystin í kvøld, haldi meg síggja, at okkara lið eru á veg uppaftur, so í kvøld hava vit fingið 3 stig fleiri á talvuna, tað eri eg vísur í.

Koyr á B68

25-06-2010 18.38: F.J.
til J :
B68 vann dystin á toftum seinast.

26-06-2010 09.09: ONKUR
Tað er altíð trupult at koma á Sarpugerð at spæla, men hesaferð var øðrvísi. Okkara menn spældi eina fínan dyst.
Fystu 5 min í báðum hálvleikum fekk Víkingur skapt nakrar tjansir, annars sat B68 á øllum dystinum.
Fólk sótu og bíða eftir um tað fór at eydnast okkara monnum at fáa bóltin inn ella ikki.
Haldi at vit koma eisini fram til fleiri góðar tjansir, men vit magla líka tað síðsta.
Hetta hevur eisini verið støðan hjá okkum 3 teir seinastu, móti ÍF í Fuglaf. og móti FC-S á Svangaskarið, vit spæla góðan fótbólt, men hava trupult at fáa bóltin um málstrikuna.
Vit hava ein góðan og sterkan hóp, og tá allir menn vera tøkir eftir steðgin, eri eg vísur í at stigini nokk skulu koma - Vóni at viðurskiftini við tann seinasta áleyparan eru komin uppá pláss til tað tíð.
Tykkum verður ynskt eina góða summarferiu til allar leikarar og viðhaldsfólk

26-06-2010 19.17: JH
Hvussu gekk hjá 1 deild móti AB í dag?

29-06-2010 16.05: Seljari
Fólk spyrja meg nær verður drigið

30-06-2010 18.48: Útiseti
Eg vil so sanniliga eisini ynskja spælarum og vidhaldsfólki hja B68 gódan summarstedg! Sum eg skilji hava taktirnar verid har, men marginalarnir hava ikki verid vid! Teir skulu nokk koma aftaná summarferiuna! Annars eitt gott úrslit at fáa stig í Gøtu, tí tad eru altíd torførir dystir! Eg má eisini spyrja um hasin áleyparin sum kom fyrst í árinum verdur klárur aftaná summarferiuna? Veit nakar at svara?

02-07-2010 11.34: Bakkin
Halloooo, sova øll viðhaldsfólk hjá B68 ella... Gott at sýggja at Keita og Ndende halda áfram næsta ár. Vónandi verða fleiri sáttmálar at sýggja tær næstu vikurnar.
Rokni eisini við, at vit fáa eina góða seinru hálvu. Teir víðagitnu marginalarnir hava í fleiri dystum ikki verið við okkum í fyrru hálvu, men vónandi fer hettar at venda. Rokni við at vit í oktobur, hava klatra eini tvey/trý pláss uppeftir stigatalvuni. Gott summar og møti fjøllment, at stuðla okkara liði í seinru helvt.

Skriva viðmerking – men vís hóvsemi!
* HTML verður víst, men ikki tulkað.